Uttanlands

Sjálvmorðsbumba brostin í Afghanistan: Tríggir Nato-hermenn deyðir

Taliban hevur tikið ábyrgdina fyri sjálvmorðsálopið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-05 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein sjálvmorðsbumba hevur dripið tríggjar tjekkiskar Nato-hermenn í eystara partinum av Afghanistan. Eisini vórðu ein amerikanskur hermaður og tveir afghanskir hermenn særdir í álopinum.

Tað upplýsir Nato og tjekkiska stýrið, sambært Politiken.

Hetta hendi við býnum Charikar, ið er høvuðsstaður í Parwan-landspartinum. Bumban var, sambært guvernørinum í Parwan, ætlað útlendsku hermonnunum, ið vóru á vanligari varðferð.

Hermenn úr USA verða ofta sendir til eystara partin av Afghanistan fyri at berjast móti hernaðarislamistum. Enn er tað eitt av vandamiklastu støðunum hjá Nato-hermonnum at vera.

Taliban hevur tikið ábyrgdina fyri álopið, og sambært teimum, vóru tað amerikanskir hermenn, ið vóru dripnir í álopinum.

Talsfólk fyri Taliban, Zabihullah Mujahid, segði soleiðis um álopið:

"Vit hava dripið átta amerikonsk álopsfólk við einari taktiskari bumbu."

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder