Innanlands

Sjálvsagt skal Watson útflýggjast um treytirnar eru loknar

Eru tær hinvegin ikki loknar, má hann leyslatast. Annars eru vit ikki petti frægari enn hann, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-13 15:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Paul Watson skal fylgja somu reglum sum vit onnur.

Tað ger Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, greitt í lesarabrævi í dag.

Rætturin í Grønlandi skal hósdagin gera av, um varðhaldsfongslingin av Paul Watson skal leingjast ella um hvalaaktivisturin skal leyslatast.

[object Object]Paul Watson (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

- Paul Watson hevur fullan rætt til at mótmæla grindadráp innan lógarinnar karmar. Hann hevur tó víst ferð eftir ferð, at hann onga virðing hevur fyri lógini, og sær tað tvørtur ímóti sum eitt aðalmál at bróta lógina, um tað fremur hansara sak. Tað hevur hann kunngjørt alment í skrift og talu, og eisini víst í verki.

- Tá ið hann so hevur framt lógarbrot, hevur hann flýggja undan rættarskipanini, og kann hann sostatt ikki standa til svars. Hetta hevur hann gjørt bæði í Føroyum og kring heimin í fleiri áratíggju, sigur landsstýrismaðurin.

- At mótmælisfólk og heimsleiðarar nú stuðla upp undir, at ein slíkur persónur skal leyslatast, bert tí at hansara sjónarmið eftir teirra tykki eru tey røttu, er ófrættakent, og sømir seg ikki í einum rættarsamfelag.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk brúka harðskap og herverk, bert tí at onnur ikki hava somu meining sum tey. Tað tykist sum um at mann í ávísum førum er byrjaður at góðtaka, at mann kann hevja seg yvir lógina, um mann bara setur fokus á tey røttu evnini.

Endamálið halgar ikki gerðini, og Poul Watson má sjálvandi standa til svars fyri sínum brotsgerðum, sigur Bjarni K. Petersen.

- Tí skal hann sjálvsagt útflýggjast, um treytirnar fyri útflýggjan annars eru loknar. Eru tær hinvegin ikki loknar, má hann leyslatast. Annars eru vit ikki petti frægari enn hann.

- Gera vit nakað annað, byrja vit at úthola teir altjóða sáttmálar, ið vit hava knýtt okkum til um útflýggjan av brotsfólkum, og so dettur altjóða rættarskipanin sundur.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum sigur seg hava fult álit á, at løgmálaráðharrin í Danmark viðger hetta málið sakliga og við atliti til galdandi rætt.

Tað var 21. juli, at grønlendska løgreglan tók Paul Watson tá hann við skipinum John Paul de Joria kom í havn í Nuuk at bunkra. Paul Watson hevur síðani sitið í varðhaldi í grønlendska høvuðsstaðnum. Danska løgmálaráðið skal í næstum taka støðu til, um umbønin frá Japan um at fáa Paul Watson útflýggjaðan, skal gangast á møti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder