Sum tann seinasti av etableraðu flokkunum á tingi, legði Sjálvstýri í dag sína valskrá fram. Hetta hendi á Hotel Tórshavn.
Høvuðsboðskapurin er, sambært Jógvani Skorheim, floksformanni, sjálvræði á egnum viðurskiftum, og hetta merkir, at Sjálvstýri undir møguligum samgongusamráðingum eftir valið, fer at seta treyt um, at ein tilgongd at lækka blokkin verður sett í verk, og at farið verður undir arbeiðið við stjórnarskipanini beinanvegin.
- Ikki sum nú at bíða til seinni í valskeiðinum at gera hetta. Tí so verður tað bara súltað, segði Jógvan Skorheim.
Undir hesum hevur flokkurin so sett sær fýra høvuðsmál at fremja í komandi tingsetu, og sum vera krøvini til møguligar samgongusamráðingar.
Evnini eru familjan, fiskivinnan, umhvørvið og ferðavinnan
Minstukrøv til ansing og røkt
Um tað er nýfødda barnið, sum nýliga er komið í heimið hjá floksformanninum, skal ikki vera sagt – tað sæst so á filmunum, sum flokkurin leggur út á netmiðlarnar –, men familjan er fyrsta punkt, ið varð drigið fram undir framløguni. Lyftið frá Sjálvstýri ljóðar: ”Fjálga um alla familjuna við størri frælsi og betri trygd”.
Flokkurin tosar her um barnafamiljurnar, men dregur eisini eldra- og pensjónsviðurskifti inn í familjupolitikkin hjá sær umframt bústaðarpolitikkin.
Lyftið til barnafamiljurnar er at pengarnir skulu fylgja barninum, og at familjurnar sjálvi sleppa at avgera hvussu barsilstíðin verður brúkt.
Og so fer flokkurin eisini at krevja minimumsnormeringar bæði á ansingarøkinum og á eldraøkinum. Hetta snýr seg um at tryggja kvalitetin á bæði barnaansingini og eldrarøktini við at geva starvsfólkunum betru umstøður og stundir at inna sína tænastu.
Á eldraøkinum gevur Sjálvstýri lyfti um, at pensjónistarnir skulu fáa 1.000 krónur meira um mánaðin í komandi valskeiði, og at markið fyri mótrokning í pensjónini skal hækkast úr 60.000 upp í 150.000 krónur, tí tað eru alsamt fleiri pensjónistar, sum fegnir vilja arbeiða og taka eina hond í.
Burtur við menningarkvotum og uppboðssølu
Næsta málið, sum Jógvan Skorheim dró fra fram er fiskivinnan, sum skal ”styrkjast við tryggum og kappingarførum kørmum”.
Kravið verður, at bæði menningarkvoturnar og uppboðssølan av kvotum verður avtikin. Eisini skal fiskidagaskipanin varðveitast, og Føroyabanki skal latast upp fyri vinnuligum royndarfiskiskapi.
Annars er høvuðsboðskapurin, at fiskivinnan skal fáa tryggar karmar, so at krøvini verða javnsett við alivinnuna. Gjaldið, sum skal takast frá fiskivinnuni skal ikki vera eitt krónutal, men vera ein prosentpartur í mun til søluprísin.
- Fiskivinnan er alt ov týdningarmikil til at fremja nýskipanir við einum smølum meiriluta á tingi. Fiskivinnan hevur tørv á og hevur uppiborið, at vit finna fram til eina breiða langtrøkkandi politiska semju um, hvussu fiskivinnan skal skipast, segði Jógvan Skorheim.
Partabrævasøla fíggja orkuskifti
Sjálvstýri ynskir heilt týðuliga at markera seg sum ein grønan flokk.
- Fyri fýra árum síðani løgdu vit eina valskrá fram, ið varð søgd at vea tann grønasta av øllum, og tað halda vit eisini, at hon er í ár.
Sjálvstýri við hava gongd á grøna orkuskifti, og hevur sett sær fyri at seta 400 milliónir krónur av til at eggja føroyingar at leggja um frá olju til grøna orku. Fíggingin skal koma frá sølu av partabrøvunum, sum landskassin eigur í BankNordik.
Krav skal vera, at allir almennir bygningar eru grønir í 2030, og frá 2030 er eisini ætlanin at banna bensin- og dieselmotorum og einnýtisplast.
Sjálvstýri ynskir eisini, at eitt serstakt umhvørvismálaráð verður sett á stovn at taka sær av og samskipa grøna skiftið.
Ferðafólkagjald og borgarakort
Fjórða høvuðsøkið á valskránni hjá Sjálvstýri er ferðavinnan, sum skal vera ”snúningsás fyri økismenning”.
Flokkurin skjýtur upp at krevja útlendsk ferðafólk fyri eitt náttúruverndar- ella ferðafólkagjald. Pengarnir, sum koma inn við hesum serliga turistskatti skal, umframt náttúruvernd, oyramerkjast til at styrkja smáplass og útoyggjar.
Aftur at hesi skipanini, skulu herbúgvandi borgarar fáa eitt borgarakort, sum gevur frælsi til at ferðast í náttúruni. Tað merkir so eisini, at ferðandi í Føroyum, eisini føroyingar, sum búgva uttanlands, skulu áleggjast eitt gjald fyri at sleppa at ferðast í føroysku náttúruni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald