
Á seinasta løgtingsvali 8. desember í fjør varð Sjálvstýri ikki valdur á ting, og skal flokkurin stilla uppaftur er neyðugt við 800 undirskriftum, og tær hevur flokkurin nú fingið.
Á landsfundinum hjá Sjálvstýri seinasta mikukvøld, kundi Sámal Petur í Grund, formaður, boða frá, at stór undirtøka er fyri at endurreisa Sjálvstýri. Flokkurin hevur nevniliga fingið yvir 1000 undirskriftir higartil, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.
Beint eftir løgtingsvalið gjørdi leiðslan í Sjálvstýri av, at tað beinanvegin skuldi farast undir at endurreisa flokkin, og nú er komið so langt, at klárt er at senda kommunum undirskriftirnar til góðkenningar hjá kommununum, soleiðis at boðast kann landsstýrismanninum frá endurstovnanini av flokkinum, skrivar Sjálvstýri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald