Innanlands

Sjálvstýrisfólk ávara móti Skorheim

Fyrrverandi landsnevndarformaðurin hjá Sjálvstýri mælir frá at velja formannin

Rógvi Fossádal

Rógvi Fossádal

2019-08-26 12:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ósemjan millum núverandi og fyrrverandi oddafólk í Sjálvstýri er ikki kólnað, nú tað stundar til løgtingsval, og Sjálvstýri stríðist fyri – sambært veljarakanningum – at varðveita sína umboðan á løgtingi.

”Veljið ikki Jógvan Skorheim”. So bastant ljóðar nú áheitanin frá Rógva Fossádal í Saltangará, sum til fyri fáum mánaðum síðani var landsnevndarformaður í flokkinum.

Í hvassorðaðum lesarabrævi í dag endurtekur hann ógvusliga kritikkin av núverandi floksformanninum um at Jógvan Skorheim bert rekur egin áhugamál, og ikki arbeiðir fyri áskoðanini, sum aldargamli Sjálvstýrisflokkurin hevur staðið fyri.

Umboðar ikki sjálvstýrishugsjónina
Rógvi Fossádal sigur formannin ikki vera sjálvstýrismann, og sigur soleiðis í lesarabrævinum: ”Núverandi formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim hevur ongantíð brýggjað seg um sosial- liberalu stevnuskrá floksins. Hann er av natúr antiliberalur, og eisini djúpt konservativur. Sjálvstýrisflokkin brúkar hann tískil bara sum eitt hent amboð at nøkta sína fáfongd og koma sær sjálvum fram, nú tað frammanundan er so trongt á fólkaflokslistanum í Klakksvík”.

Í lesarabrævinum mælir hann sjálvstýrisveljarum til ikki at seta sín kross fyri formanni floksins, tá farið verður til val leygardagin.

Hetta er ikki fyrstu ferð, Rógvi Fossádal hevur verið frammi við hesum kritikkinum av Jógvani Skorheim.

Portalurin viðgjørdi viðurskiftini í flokkinum í fleiri greinum fyrr í ár. T.d.:

- Jógvan Skorheim vil ikki at Sjálvstýri skal vaksa 

Jógvan Skorheim: - Eg vil gjarna at Sjálvstýri veksur 

Tá Skorheim skuldi stýra Suðurstreymoyar Sjálvstýri 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder