Innanlands

Sjálvtøkan á Skála: Betri hevur fingið handað undirskriftir frá 279 fólkum

- Ov snævurskygt og ov kalt fokus á løtuvinnning og peningaligt yvirskot til íleggjarar, tá Betri skerir tænastur til borgarar

Svend Højgaard av Skála handar undirskiriftirnar til Betri

Svend Højgaard av Skála handar undirskiriftirnar til Betri

2020-06-03 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppá fimm dagar hava 279 borgarar í nærumhvørvinum skrivað undir eina áheitan til Betri banka. Tey mótmæla, at Betri fer at taka sjálvtøkuna á Skála burtur - tí einastu sum er í bygdini.

Fyriskiparar handan innsavnina boða frá, at afturat teimum 279 eru fleiri, sum ikki halda seg til at skriva undir í hesum talgilda formi, men sum kortini heilhjarta stuðla áheitanini. Her er serliga talan um tey eldru, sum kanska allar mest hava brúk fyri sjálvtøkuni, og tískil er sera breið undirtøka fyri, at vit vilja varðveita hesa seinastu bankatænastuna í bygdini.

Tað eru ikki mjúk orð, ið Betri fær. Bankin verður lagdur undir at gera lívið í økinum verri og at hava skeivt fokus: 

- Borgarar eru vónbrotnir, keddir, ørkymlaðir og illir. Við hesi avgerð bankans, verður lívið í lokalsamfelagnum ikki betri, men verri. Ein stórur partur av øllum felagslívi, sum Betri annars stuðlar væl, livir av teimum smáu inntøkunum, har fólk rinda við reiðum peningi. Her eru vit bundin at einastu sjálvtøkuni í bygdini. Tí er tað ov snævurskygt og ov kalt fokus á løtuvinnning og peningaligt yvirskot til íleggjarar, tá ein so stórur og týdningarmikil samfelagsberandi stovnur, sum Betri, skerjir tænastur hjá borgarum uttan fyri teir størru býirnar. Tað er beinleiðis drepandi fyri felagslív og mangt annað, at Betri letur sjálvtøkuna á Skála aftur.

Skálafólk og fólk úr grannabygdunum heita á Betri um at viðgera støðuna av nýggjum. 

Áheitanin sæst niðanfyri

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder