2018-09-13 11:49
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú kanst tú seta pening inn á kontuna, tá tú vilt. Sjálvtøkurnar hjá Banknordik á Áarvegnum og á Oknarvegi í Havn umframt í Klaksvík hava fingið eina nýggja funku, ið ger tað møguligt hjá tær at seta pening inn.
Sjálvtøkurnar líkjast vanligu sjálvtøkunum, men kunnu nú eisini taka ímóti pengaseðlum. Tú velur "onnur tænasta", "inngjald", og síðani er klárt at seta seðlarnar inn.
Skjótt fara sjálvtøkurnar í Saltangará, á Tvøroyri og í Sandavági eisini at kunna taka ímóti peningi, sigur Banknordik á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald