2020-02-10 17:07
Ein týskari og ein rumeni eru sømdir sjey ára fongsul í Íslandi fyri royna at smuggla næsta 40 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini til landið.
Teir vórðu tiknir 3. august í fjør, tá teir komu til Seyðisfjarðar við Norrønu, skrivar visir.is.
Rúsevnini vórðu smugglað í einum Austin Mini Cooper bili. Talan er um millum størstu mongdirnar, sum nakrantíð eru avdúkaðar smugglaðar til Íslands.
Ákærumyndugleikin kravdi tíggju ára fongsul. Umframt rúsevnini, varð hald eisini lagt á bilin hjá monnunum, skrivar Vísir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald