Innanlands

Sjey bileigarar hava mist nummarpláturnar í nátt

Hetta í miðsstaðarøkinum, og hetta fyri vantandi gjald fyri vegskatt ella trygging - ella fyri at bilurin ikki komin til sýn

Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-10 07:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu um í gjár, so er hetta tíðin har løgreglufólk eru úti og taka nummarplátur av bilum.

Sí eisini: Løgreglan klipti fýra nummarplátur á nátt

Sambært løgregluni er listin frá Akstovuni og tryggingarfeløgum langur. Tað snýr seg um bilar sum ikki hava verið til innkallað sýn, ella har eigararin ikki hevur goldið vegskatt ella ábyrgdartrygging.

Vantandi vegskattur, trygging og sýn hevur aftur í nátt kostað fleiri persónum nummarpláturnar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at løgreglufólk hava í nátt verið í miðøkinum og tikið pláturnar hjá sjey bilum, sum vóru á listanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder