2025-09-09 07:55

Nú er aftur árstíðin komin, har løgreglufólk eru úti og taka nummarplátur av bilum, sum antin ikki hava verið til innkallað sýn, ella eigararin ikki hevur goldið vegskatt ella ábyrgdartrygging.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini boðar frá, at tey hava fingið fleiri fráboðanir frá Akstovuni og tryggingarfeløgum, so listin er langur nú.
- So um onkur bileigari ikki hevur goldið tað hann eigur, so ræður um at gera tað nú, ljóðar ávaringin. Tí næstu næturnar verður farið eftir fleiri nummarplátum.
Í nátt vóru fýra sett klipt av.
Slíkt verður sum oftast gjørt um náttina, tí tá er stórur møguleiki fyri at bilurin stendur heima hjá eigaranum, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald