Innanlands

Sjey bilførarar fingu bót í Eysturoynni í gjár

Tríggir snakkaðu í telefon, og fýra koyrdu ov skjótt

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-10 10:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni. Í hesum sambandi fingu sjey bilførarar bót.

Tríggir bilførarar snakkaðu í telefon, og fingu teir eina bót uppá 1000 krónur í part.

Eisini fingu fýra bilførarar bót fyri at koyra av skjótt í bygdum øki. Í bygdum øki er bert loyvi at koyra 50 km/t, og teir koyrdu allir millum 71 og 74 km/t, og tí fingu teir eina bót uppá 2500 krónur í part.

Burtsæð frá hesum, var einki at finnast at, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder