Sjey fólk hava latið lív, og fýra eru saknað, eftir at eitt skalvalop rakti bace camp við fjallið Yalung Ri í Dolakha landslutinum har eysturi í Nepal mánadagin.
Tað upplýsir løgreglan í Dolakha fyri The Kathmandu Post í morgun, sambært Ritzau.
Skalvalopið rakti øll á fjallasíðuni, upplýsir varaovastin á løgreglustøðini og leggur afturat, at tey fingu boðini seint, og at vánaligt veður ger neyðhjálpararbeiðið trupult.
Yalung Ri er 5.630 metrar høgt.
Tríggir fraklendingar eru millum tey deyðu, ein úr Kanada, ein úr Italia og tvey úr Nepal. Tey fýra, sum ikki eru funnin eru øll lokalir ferðaleiðarar, skrivar Kathmandu Post.
Sambært løgregluni var ein bólkur á 15 fólk á veg upp eftir fjallinum – fimm útlendingar og tíggju lokalir fjallaleiðarar.
Varapolitiovastin greiðir frá, at so skjótt tey fingu boðini um skalvalopið, varð ein bjargingarætlan sett í verk í samstarvi við herin og løgregluna í grannabygdini, Lamabagar.
Men orsaka av nógvum kavaavfalli og ringum sýni, kundu tyrlurnar ikki flúgva, og tað var sera trupult at koma fram til vanlukkustaðið til gongu.
Í gjárkvøldið kom ein tyrla endiliga til Na, sum skuldi vera við, tá bjargingararbeiðið varð uppafturtikið í morgun.
Átta av heimsins tíggju hægstu fjallatindum liggja í Nepal, teirra millum Mount Everest, og fleiri hundrað fjallaklintrarar vitja landið á hvørjum ári.
Um heystið eru tey ikki eins nógv í tali, sum um vári orsaka av nógvum kava og styttri døgum, skrivar AFP.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald