placeholder

Sjey hvalir hildnir til í Hvannasundi

Grindin verður býtt millum drápsfólkið, upplýsir Jakob Vestergaard sýslumaður fyri Norðlýsinum. Ferðslan í økinum koyrir sum vanligt nú

Sum Portalurin fær upplýst, so vildu nógv norður um Fjall í grind, men skjótt kundi løgreglan upplýsa, at orsøk ikki var til tess - tað vóru so fáir hval, og tað gekk skjótt (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Sum Portalurin fær upplýst, so vildu nógv norður um Fjall í grind, men skjótt kundi løgreglan upplýsa, at orsøk ikki var til tess - tað vóru so fáir hval, og tað gekk skjótt (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2024-10-17 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umleið klokkan 13.30 seinnapartin vóru grindaboð. Ein lítil grind varð funnin í Svínoyarfirði, og varð hendan rikin á Hvannasund á Viðoynni.

Løgreglan skrivaði í fráboðan á Facebook, at tunnlarnir norður um fjall eru stongdir, og ferðslan verður stýrd av løgregluni sunnan fyri Árnafjarðartunnilin.

Soleiðis var eina løtu - sum Portalurin fær upplýst, so vildu nógv norður um, men skjótt kundi løgreglan upplýsa, at orsøk ikki var til tess.

Grindin var ógvuliga lítil - bert sjey hvalir løgdu beinini - og tað gekk skjótt. Nóg mikið av fólki var, og verður grindin  býtt millum drápsfólkið. Hetta sigur sýslumaðurin, Jacob Vestergaard, við Norðlýsið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder