Innanlands

Sjey bilførarar fingu klipp í gjár

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í Klaksvík

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-08 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og í hesum sambandi vórðu sjey bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni á einsrættaðum vegi.

Tað var serliga í Bøgøtu, at bilførarar vórðu tiknir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Allir sjey fáa klipp í koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder