Innanlands

Sjey klipp í Klaksvík

Tríggir bilførarar fingu klipp fyri at koyra ímóti ferðsluni, og tríggir fingu klipp og ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-27 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og har vórðu átta mál skrivað.

Allir átta bilførarar vórðu tiknir á Kráargøtu, har ferðslan er einsrættað, og har hámarksferðin er sett niður til 30 kilometrar um tíman.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn fingu fýra bilførarar klipp fyri at koyra ímóti ferðsluni, og tríggir fingu klipp og ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder