Hetta vikuskiftið eru níggju bilførarar skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir, upplýsir løgreglan.
– Síðan fríggjamorgunin hava vit havt sjey mál um rúsdrekkakoyring og tvey mál um bilførarar, sum hava verið ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tey flestu av hesum málunum hava verið í Klaksvík, har Summarfestivalur hevur verið um vikuskiftið, og har hevur løgreglan eisini havt nakað at gera í hesum sambandi, men sum heild hevur tað verið friðarligt.
Vaktleiðarin leggur afturat, at tey eisini í trimum førum hava tikið fólk við rúsevnum uppiá sær hetta vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald