Innanlands

Sjey royndarverkætlanir við náttúruloysnum fingið stuðul

Programmið Náttúruloysnir í Norðurlondum, sum verður umsitið á Umhvørvisstovuni, hevur avgjørt at stuðla sjey royndarverkætlanum við sjey milliónum komandi trý árini. Ein av teimum sjey er føroyska verkætlanin Lendisbati

Kunoy (Mynd: Pól Sundskarð)

Kunoy (Mynd: Pól Sundskarð)

2022-03-26 22:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vátlendi skulu betrast í Álandi, skógur reisast í Danmark, áarbakkar styrkjast í Noregi, yvirskotsfosfor takast úr sjónum í Svøríki, ílegutilfeingi varðveitast í Íslandi og lendi bøtast í Føroyum.

Politikarar, vitanarstovnar og fyrisiting skulu nú gerast klókari, tá ræður um, hvussu vit best nýta náttúruloysnir í okkara parti av heiminum. Tað verður millum annað gjørt við at veita stuðul til sjey ymiskar royndarverkætlanir í árunum 2022-2024.

Tær sjey verkætlanirnar eru náttúruloysnir upp á ymiskar avbjóðingar, sum standast av veðurlagsbroytingum og margfeldismissi. Ein av teimum sjey er verkætlanin Lendisbati, sum Tjóðsavnið stendur á odda fyri.

Norsk Institutt for Vannforskning fer at fylgja verkætlanunum til síðst í 2023, tá úrslitini verða almannakunngjørd í eini samlaðari frágreiðing. Vitanin skal brúkast sum grundarlag undir vegleiðingum til best practice og verksetan av náttúruloysnum í Norðurlondum. Eisini verða úrslitini skrásett í altjóða dátugrunnum m.a. NetworkNature.

Nú verður arbeitt við at fáa Grønland og Finnland við í verkætlanina, av tí at hesi bæði londini ikki vóru umboðað millum fyrstu sjey verkætlanirnar. Stýrisbólkurin fyri programmið metir, at tað er av stórum týdningi, at øll londini eru umboðað so ella so, so at náttúruloysnirnar verða rótfestar í øllum Norðurlondum.

Til ber at lesa meira um føroysku verkætlanina Lendisbati her, og til ber at lesa meira um programmið Náttúruloysnir í Norðurlondum her.

Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder