2025-12-14 09:26
Løgreglan fekk sjey fráboðanir um skaðar í sambandi við illveðrið í gjár og í nátt.
Tað snúði seg um skaðar á húsaklædning og tekjur, og á Sandi var ein á lopin yvir ein veg.
Umframt tær sjey fráboðanirnar varð eisini boðað frá nógvum vatni á vegnum á einum vegastrekki í Leirvík, og tað skapti eitt sindur av ferðsluruðuleika seinnapartin í gjár.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at fráboðanir komu úr Havn, Hvalvík, Norðdepli, Sandi og Leirvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald