2018-06-29 13:58
Sjáldsama nógvir føroyngar vórðu til staðar, tá Københavns Universitet í gjár handaði prógv til nýútbúnu tannlæknarnar, sum hava tikið útbúgvingina har.
Ikki færri enn sjey føroyingar vóru til staðar, sum nú kunnu kalla seg cand.odont.
Nýútbúnu føroysku tannlæknarnir eru aftast frá vinstru: Bjørg Eyjólfsdóttir Ellendersen, Maria Joensen, Barbara Finnbogadóttir Johansen og Ingibjørg Hansen.
Fremst frá vinstru: Marita Thomsen, Gunnar Eysturoy og Dina Pálsdóttir Thomsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald