
Í gjár vórðu sjey nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll eru smittað í Føroyum, og allir tilburðirnir koma frá kendum smittukeldum, skrivar corona.fo.
Níggju persónar afturat eru eisini staðfestir frískir, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni 121. Ein persónur er í løtuni innlagdur við koronu, og 482 persónar eru í sóttarhaldi.
886 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald