Innanlands

Sjey verkætlanir í Føroyum fáa pening frá Fólkatinginum

Samlaða upphæddin, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingið hevur biðið um, er slakar 30 milliónir. Talan er millum annað um nýggj neyst til róðrarfeløg, útgerð og ljóðføri til Føroya Symfoniorkestur og betringar í ymiskum bygningum

- Ætlanin er, at verkætlanirnar skulu vera við til at styrkja føroyskt mentanarlív í breiðastu merking. Nakrar av verkætlanunum hava verið í gongd í nøkur ár, meðan aðrar eru nýggjar (Mynd: Javnaðarflokkurin á Fòlkatingið)

- Ætlanin er, at verkætlanirnar skulu vera við til at styrkja føroyskt mentanarlív í breiðastu merking. Nakrar av verkætlanunum hava verið í gongd í nøkur ár, meðan aðrar eru nýggjar (Mynd: Javnaðarflokkurin á Fòlkatingið)

2025-10-26 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og Sambandsflokkurin á Fólkatingið, hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingið eisini fingið fitt av peningini til ymiskar verkætlanir í Føroyum. Hetta í samband við danska fíggjarlógaruppskotið.

Les eisini: 30 danskar milliónir afturat

Ætlanin er, at verkætlanirnar skulu vera við til at styrkja føroyskt mentanarlív í breiðastu merking. Nakrar av verkætlanunum hava verið í gongd í nøkur ár, meðan aðrar eru nýggjar.

Hetta staðfestir Javnaðarflokkurin, sum fer at fáa danska fígging til sjey ymiskar verkætlanir í Føroyum. Talan er millum annað um nýggj neyst til róðrarfeløg, útgerð og ljóðføri til Føroya Symfoniorkestur og betringar í ymiskum bygningum.

Samlaða upphæddin er slakar 30 milliónir.

- Hvørt ár fær Javnaðarflokkurin nógvar áheitanir frá feløgum, sum royna at finna fígging til verkætlanir. Sum oftast er talan um ein lítlan part av av kostnaðinum, sum kortini vónandi ger tað lættari at fáa restina til vega aðrastaðni.

Í ár er avtala gjørd um fígging til hesar sjey verkætlanirnar:

Nýggjur bygningur til Ítróttaháskúlan í Vági, ið skal vera við til at framtíðartryggja vælumtókta háskúlan.

Umvæling av søguligu hølunum hjá Føroya Fólkaháskúla í Havn.

Nýggj útgerð og ljóðføri til Føroya Symfoniorkestur.

Umvæling av enn einum av søguligu pakkhúsunum á Tvøroyri – Pakkhús 17 – sum í framtíðini skal brúkast til mentanarendamál saman við Pakkhúsi 18, ið slík fígging áður er fingin til.

Felagshøli og atkomuviðurskifti fyri fólk við rørslutarni í reiðhøllini hjá Vága Ríðingafelag í Miðvági.

Nýtt neyst til Hósvíkar Róðrarfelag, sum skal skapa betri karmar um rógvingina og vera savningardepil fyri fólk í økinum.

Nýtt neyst til Róðrarfelagið Knørr, sum eisini skal vera eitt savn um føroyska bátin. Tjóðsavnið verður eftir ætlan knýtt at neystinum, og tað skal eisini nýtast til kvøldskúlavirksemi í bátasmíði.


Allar avtalur eru gjørdar við teirri treyt, at avvarðandi føroyskir myndugleikar í Føroyum taka undir við teimum. Og verða pengarnir ikki nýttir til endamálið í lógarásetta tíðarskeiðinum, falla teir aftur til statin, staðfestir Javnaðarflokkurin á Fólkatingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder