30 danskar milliónir afturat

Í danska fíggjarlógaruppskotinum eru beint yvir 20 milliónar settar av til at "samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum". Gransking av trygd og serliga av havinum skal eisiniraðfestast, og so skal kannast, um ríkisstovnarnir í Føroyum eisini kunnu flagga við Merkinum á almennum flaggdøgum saman við Dannebrog.

Anna Falkenberg hevur fingið sítt frá Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra. Annað av føroysku fólkatingsumboðunum fegnast í øllum førum um at fáa ymiskt í

Anna Falkenberg hevur fingið sítt frá Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra. Annað av føroysku fólkatingsumboðunum fegnast í øllum førum um at fáa ymiskt í "fasta legu" (Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingi)

2025-10-23 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 er í dag lagt fram. Talan er um seinastu fíggjarlóg hjá hesi trýstu donsku stjórnini. Sum væntað eru fleiri ting, sum skapa ónøgd ymsastaðni.

Til ber at síggja yvirlit yvir tey mest týðandi punktini á TV2

Í verandi formi av ríkisfelagskapinum, og við fólkatingsumboðum, kemur javnan fitt av peningini til Føroyar.

Í skrivi hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi í dag veður boðað frá, at Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina fyri 30 milliónir krónur.

Her verður dentur lagdur á gransking og serliga at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum.

Yvir 20 milliónir til samansjóing - hevur týdning at basa fordómum

Heldur óvæntað eru yvir tveir triðingar av hesum peningini settir av til sonevnda samansjóðing. 

- Tað hevur stóran týdning at basa fordómum millum londini í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin krevur samanspæl, og kunnleiki landanna millum er eitt stig á leiðini”, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Í semjuni eru heili 20,5 milliónir krónur settar av til at menna Sjómaq-verkætlanina, sum hevur til endamáls at samansjóða ungdómin í ríkisfelagsskapinum. Tað verður ikki nágreiðina, júst hvussu peningurin skal nýtast.

Harumframt verður stuðulin til háskúlauppihald í ríkisfelagsskapinum uppraðfestur við 1,8 milliónum krónum.

Gransking er nakað, sum Anna Falkenberg í sínari tíð hevur lagt dent á, og verja Tilsamans eru 7,7 milliónir krónur avsettar til gransking í semjuni: Serliga havgransking men eisini gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking.

Tær 30 milliónirnar, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt semju um, eru býttar soleiðis:

- 20,5 mió. kr. til menning av Sjómaq-verkætlanini

- 6,3 mió. kr. til havgransking

- 1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking

- 1,8 mió. kr. til uppraðfesting av stuðuli til háskúlauppihald í ríkisfelagsskapinum

- Eg eri fegin um, at tær verkætlanir, eg havi fingið pening til vega hesi seinastu árini, eru komnar í eina fasta legu. Serliga tá hugsað verður um, at hetta er seinasta fíggjarlógin hjá hesi stjórnini”, sigur Anna Falkenberg.

Eitt serstakt punkt er afturat í hesi avtaluni, sum helst kann koma undir okkurt slag av samansjóðing.

- Afturat játtanini er avtalað at kanna, um ríkisstovnarnir í Føroyum eisini kunnu flagga við Merkinum á almennum flaggdøgum saman við Dannebrog, staðfestir Sambandsflokkurin á Fòlkatingið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder