
Í gjárkvøldið, fríggjakvøldið 29.mars, stóðu sjey mans skrivligu og munnligu royndirnar, í samband við grundútbúgving teirra innan vinnukaving.
Kaving er ein vinna í stórari menning og hava kavarar við føroyskari kavaraútbúgving møguleika at arbeiða í øðrum londum, eins og her heima. Føroyskir kavarar hava fingið prógv síni viðurkend í t.d. Grønlandi, Íslandi, Danmark og Noregi.
Onkur av næmingunum hava víst føroysku útbúgvingunum, innan kaving við luftveiting av vatnskorpuni, áhuga.
Fyri at arbeiða innan kaving í t.d. frálandavinnu er krav, at kavarar hava serútbúgving við luftveiting frá vatnskorpuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald