Mentan

Sjeynda Geytatiltakið verður í Norðurlandahúsinum 23. februar

Freistin at melda filmin til Geytafilmskvøldið í 2019 er tann 3. desember 2018

2018-11-12 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinnarafilmurin í stuttfilmskappingini hjá Klippfisk 16.-18. november verður sýndur, tá sjeynda Geytatiltakið verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. februar í 2019.

Umframt vinnarafilmin í kappingini hjá Klippfiski verða eisini nýggjastu føroysku stuttfilmarnir sýndir.

Eins og øll undanfarin ár verða tvær virðislønir handaðar. Tær eru Geytin, sum er 30.000 krónur, og Áskoðaravirðislønin hjá Tórshavnar kommunu, sum er 25.000 krónur. 

Geytafreistin er 3. desember

Freistin at melda filmin til Geytafilmskvøldið í 2019 er tann 3. desember 2018. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 4. januar 2019, eru hesi:

  1. Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
  2. Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
  3. Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
  4. Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar 2018.
  5. Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
  6. Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til [email protected] við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

- Norðurlandahúsið

Geytavinnarar higartil

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.

Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.

Útlendskir dómsnevndarlimir

Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond. Í fjør varð fyrsti arbeiðandi filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder