
Bretski primatologurin og serfrøðingurin í sjimpansum, Jane Goodall er deyð, skrivar ABC News.
Tað var stovnurin, ið ber hennara navn, Jane Goodall Institute í Washington D.C., sum kom við fráboðanini.
Goodall doyði ein natúrligan deyða, boðar stovnurin frá. Hon var búsitandi í Bournemouth í Onglandi, men var á fyrilestrarferð í USA, nú hon doyði meðan hon var stødd í Los Angeles.
Jane Goodall kollvelti etologiina, læruna um djóraatferð, við sínumk uppdagingum. Hon var eisini ein ótroyttilig talskvinna fyri at verja og endurskapa náttúru.
Jane Goodall var 26 ára gomul, tá hon í juli 1960 kom til Tansania og byrjaði sína gransking av sjimpansum.
Hon vísti á, at hesir primatar hava líkheitir við menniskju. Tey samskifta og menna persónligheitir og virka og gera nýtslu av reiðskapum.
Jane Goodall gjørdist 91 ára gomul.
(Savnsmynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald