Innanlands

Sjóborg á skipasmiðju í Noregi

Frálandaskipið bar í síðstu viku viku við oljupallin Statfjord A

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-11 16:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frálandaskipið Sjóborg hjá reiðarínum Skansi Offshore skal nú á skipasmiðju í Noreg, har skaðin, sum hendi farnu fríggjanátt skal gerast.

Sjóborg var tá við oljupallin Statfjord A í Norðsjónum.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, upplýsir fyri Kringvarpinum, at skipið fekk skaða á mastrina og útgerðina á henni umframt eina buklu í skrokkin har afturi.

Tað verður ikki neyðugt at taka skipið upp.

Sáttmálin við Equinor, sum eigur oljumællin sigur, at Skansi Offshore rindar umvælingina av Sjóborg meðan Equinor sjálvt rindar fyri skaðan á oljupallin.

Eingin framleiðsla var á Statfjord A, tá óheppið hendi, veit Kringvarpið.

[object Object]Statfjord A fekk nakað av skaða har bjargingarbátarnir eru (Mynd: Equinor)

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder