2018-12-25 16:26
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið. Tað skrivar Trúboðin á heimasíðu síni.
Trúboðin hevur tosað við Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara, og hann sigur, at 1225 pakkar eru latnir umborð á 105 skip í ár. Tað eru ymisk skip, sum fáa pakkar.
Millum annað hava 74 fiskiskip, 15 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip fingið pakka til manningina. 28 skip hava verið vekk á jólum.
Í ár eru tað 70 ár síðani, at fyrstu pakkarnar givnir. Tað var nemliga í 1948, at fyrstu pakkarnir vórðu latnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald