Uttanlands

Sjónband: Ferðafólk tók upp tá flogfarið datt niður

Øll 103 fólkini yvirlivdu, tá Aeroméxico flogfarið datt niður týsdagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-02 09:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Alt gekk ikki eftir ætlan, tá eitt flogfar hjá Aeroméxico skuldi á flog frá flogvøllinum í Durango í Meksiko. Lítið útsýnið var, og tá flogfarið skuldi lyfta seg, tók vinstri veingi í flogbreytina, og flogfarið datt niður.

Eingin av teimum 99 ferðafólkunum ella 4 av manningini lat lív í óhappinum. Hóast eldur kom í flogfarið og tjúkkur roykur fylti flogfarið, eydnaðist at fáa øll úr flogfarinum. Flogfarið lá á røttu liðini og øll umborð sluppu út gjøgnum neyðdyrnar.

Ashley Garcia, sum var eitt av ferðafólkunum umborð, eigur sjónbandaupptøkuna frá tá flogfarið datt niður og eftir at hon var sloppin úr flogfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder