Borgarstjórar og politikkarar, sum arbeiða fyri trivnaðaðarøkinum í Norðoyggjum vóru í farnu vikuni til verkstovu saman við leiðandi starvsfólkum innan trivnaðarøkið, har sjóneyka varð sett á smábarnaøkið í Norðoyggjum.
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, bjóðaði vælkomin og greiddi frá endamálinum við verkstovuni, sum m.a. er at arbeiða víðari við evninum, sum Kommunufelagið setti á breddan síðsta heyst, sum var: ”Við at gera nakað nú, vinna vit í longdini”. Endamálið við tí ráðstevnuni var at varpa ljós á tann týdning, ið fyribyrgjandi arbeiði hevur fyri børn og ung, og hvussu vit megna at lyfta hesa uppgávu í felag.
Beinta Klakstein fegnast tí um, at starvsfólk, sum dagliga arbeiða á smábarnaøkinum í Norðoyggjum, saman við politikkarum, kunnu luttaka á einari tílíkari verkstovu, har víst verður á, hvussu arbeiðast kann víðari, og hvørji amboð kunnu brúkast til at loysa hesa týðandi uppgávu, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Fjølbroytt skrá
Eyðun Christiansen frá Kommunufelagnum luttók, og vísti m.a. á týdningin hjá kommununum at raðfesta fyribyrgjandi arbeiði. Slíkt arbeiði verður í flestum førum veitt av kommunalum starvsfólkum, sum dagliga eru um børnini, og eiga kommunurnar at raðfesta fyribyrgjandi átøk soleiðis, at børnini frá byrjan mennast og trívast.
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi, hevði eisini framløgu um SSP-arbeiðið, har hann kunnaði um ymiskar arbeiðshættir, sum kunnu verða gagnligir, tá farast skal undir eina nýggja menningartilgongd.
Umframt hesar framløgurnar vóru eisini áhugaverdar framløgur frá starvsfólkum í Klaksvíkar kommunu, sum lýstu støðuna á kommunala økinum. Tey, sum tóku lut, vóru Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari, Jórun Niclasen, námsfrøðiligur ráðgevi, Tonja Sonhardsdóttir, toymisleiðari Børn & Ung og leiðari á Barnaverndartænastuni, Anja Olsen, námsfrøðiligur ráðgevi og ABC-samskipari, og Urd Tormóðsdóttir Traðará, ið starvast sum sosialráðgevi, men sum eisini er sett sum SSP samskipari fyri smábarnaøkið í Norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald