
Sjóvar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kommunustýrið hevur á fundi í gjár samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Hon sær soleiðis út:
Inntøkur: kr. 56.329.500
Útreiðslur: kr. 49.595.600
Avlop: kr. 6.733.900
Avdráttir: kr. 5.620.400
Íløgur: kr. 12.615.000
Hall: kr. 11.501.500
Harvið er ætlanin, at avlopið skal vera næstan sjey miilliónir, men at so mikið nógvar íløgur skulu gerast, at hallið verður á ellivu og eina hálva millión.
Skattaprosentið verður 21 prosent og barnafrádrátturin 7.000 krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald