Leygarkvøldið, 15. desember, blivu fimm sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkliliði – SKS - heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í meiri enn 25 ár.
Á árliga jóladøguranum hjá sløkkiliðsmonnunum, sum í ár var í Oyndarfirði, helt formaðurin í Sløkkiliðnum, Jóhannus Danielsen borgarstjóri, talu fyri teimum fimm sløkkiliðsmonnunum, og handaði teimum heiðurstekin, skrivar Sjóvar kommuna.
Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:
Sunleiv Højgaard, Runavík, átaksleiðari – starvast í SKS í 33 ár
Jan Abrahamsen, Strendur – starvast í SKS í 32 ár
Hanus Heinesen, Nes, liðleiðari – starvast í SKS í 29 ár
Niclas Davidsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár
Harry Benjaminsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár
Tað er hennara hátign, drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn.
Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at hesir fimm nú hava fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár, og er tað fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.
SKS er eitt felags sløkkilið fyri Sjóvar-, Runavíkar- og Nes kommunur og samstarvið hevur 44 ár á baki.
Sløkkiliðið, hevur sera trúðfasta manning. Fyri gott trimum árum síðani blivu átta sløkkiliðsmenn heiðraðir fyri 40 ára trúgva tænastu við “Dronningens fortejenstemedalje i sølv”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald