Innanlands

Sjóvar kommuna og Búsetur gjørt sáttmála um arbeiði við Stranda skúla

Arbeiðið fevnir um bjálving og klæðing av framsíðum, umframt at vindeygu og hurðar verða skift.

2020-04-17 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjóvar kommuna hevur undirskrivað sáttmála við Búsetur at umvæla norðursíðuna, umframt tað sum eftir er av eystursíðuni av Stranda skúla.

Mikudagin 15. apríl, skrivaðu Artur Johansen, borgarstjóri, vegna Sjóvar kommunu, og Sjúrður Holm, stjóri, vegna Búsetur, undir sáttmálan.

Búsetur fer í gongd við umvælingararbeiðið um mánaðarskifti mai/juni.

Arbeiðið fevnir um bjálving og klæðing av framsíðum, umframt at vindeygu og hurðar verða skift.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder