Innanlands

Sjóvar kommuna steingir eisini veg til børnin at skreiða á

Bilarnir verða leiddir á annan veg, so at teir ikki eru til vanda fyri børnini

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2019-02-01 10:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sjóvar kommuna hevur avgjørt at steingja fyri gjøgnumkoyring gjøgnum Strandatún á Strondum.

Tað eru ikki so nógvar dagar um árið at møguleiki er at skreiða, so tá kavin endiliga liggur í nakrar dagar stuttleika børn og vaksin sær í kavanum.

Kommunan hevur sett skelti upp so ferðlan verður leidd oman á landsvegin. 
Tíverri vísir tað seg, at ikki øll virða hesi boð og koyra ígjøgnum allíkavæl, til stóran ampa fyri børn og vaksin. 

Tí verður inniliga heitt á øll um at virða skelti og ikki koyra gjøgnum Strandatún meðan kavin liggur, skrivar kommunan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder