Innanlands

Sjóvarfalsverkætlan fær 19 milliónir krónur í stuðli frá ES

SEV og Minesto hava fingið 2,5 mió. evrur í stuðli úr ES grunni til arbeiði í Vestmannasundi

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2019-06-10 12:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

SEV skrivar á heimasíðu sínari: 

Royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Føroyum, sum SEV og svenska fyritøkan Minesto samstarva um, hevur fingið játtaðar 2,5 milliónir evrur í stuðli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES.

“Hetta eru sera góð tíðindi fyri Minesto og samstarv okkara við SEV um sjóvarfalsorku í Føroyum”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto. “ES visir enn einaferð, at tey hava álit á okkara slóðbrótandi tøkni og ætlanunum okkara at verkseta tøknina.”

Tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES verða latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green drekar út í Vestmannasund fyri síðan at heysta orkuna, sum drekarnir framleiða úr sjóvarfallinum. Hetta er royndarverkætlan, sum SEV og Minesto formliga hava samstarvað um síðan november í 2018.

Alt eftir hvussu tøknin hjá Minesto roynist, kann sjóvarfalsorka gerast ein virðismikil og bíligur partur av samansetingini av orkukeldunum í elorkuframleiðsluni í Føroyum, sum í 2030 skal vera 100% burðardygg á landi.


Gongur væl við verkætlanini

Tað gongur væl hjá Minesto at fáa tilboð inn til at gera ymsu arbeiðini í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi.

Ætlanin er, at Minesto drekarnar verða settir út í Vestmannasund komandi ár, og fyritøkan boðar frá, at avtalur eru gjørdar við veitarar um ein stóran part av menningini av tøkni og deilum, eins væl og framleiðsluni av deilum.

Svenska fyritøkan Elitkomposit hevur vunnið útboðið at framleiða sjálvan vongin á drekanum, sum hevur eitt veingjabreiði á góðar 5 metrar, og verður framleiddur úr kolfibri. Fyritøkan skal eisini sniðgeva smálutir, gera royndir og greiningar v.m.

 

Stórur áhugi frá veitarum at vera við

Aðrar uppgávur, sum eru bodnar út, eru eitt nú fundament, tjóður ella festi, sum bæði skal halda drekanum og samstundis hýsa fiburkaðlum og elkaðlum, sum leiða dátur og elorku. Eisini verður arbeiðið at gera eina íbindingarstøð á landi boðið út í næstum.

Stórur áhugi hevur verið frá veitarum úr øllum heiminum at vera við í verkætlanini í Føroyum. Øll arbeiði verða boðin út altjóða, og í løtuni savnar Minesto tilboð frá veitarum at stoypa sjálvt fundamentið, sum skal halda drekunum. Til hetta arbeiðið hava veitarar alla staðni frá boðið seg fram at koma til Føroya at gera hendan partin.

 

Stóran týdning

“Verkætlanin við serstøku og slóðbrótandi tøknini hjá Minesto er ómetaliga spennandi og kann fáa rættuliga stóran týdning fyri, hvussu samansetingin av grønu orkukeldunum verður, tá 100% av elorkuni á landi verður framleidd úr varandi orkukeldum í 2030”, sigur Tórfinn S. Simonsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, “og hesar sløku 19 milliónir krónurnar frá ES fara sjálvsagt at lætta um tað arbeiðið, sum enn er eftir, áðrenn vissa fæst fyri, hvussu tøknin roynist her í Føroyum.”

Drekarnir vera báðir settir út í 2020. Í ár verður fundament sett á botnin og kaðlar verða lagdir frá fundamentinum inn á land við Oyrargjógv.

 

Horizon 2020

Stuðulsumsóknin hjá Minesto um pening umvegis skipanina ‘SME Instrument phase 2’ var ein av 1.765 øðrum umsóknum frá smáum og miðalstórum íverksetarum úr 35 londum, og fekk játtaðar hægst møguligu upphæddina 2,5 mió. evrur.

SME Instrument er partur av ES stuðulsgrunninum Horizon 2020, sum stuðlar slóðbrótandi hugskotum til tøkni, tænastur ella prosessur, sum eru til reiðar til altjóða marknaðarføring. Stuðulsætlanin er býtt í stig. Stig 1 letur upp til 50.000 evrur og hendan stuðul fekk Minesto í juni 2018. Stig 2 letur stuðul á 0,5 mió. evrur – 2,5 mió. evrur til innovatión, menning og verkseting.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder