Innanlands

Sjóvarvegur verður nú knýttur í landsvegin

Arbeiðið at knýta Sjóvarvegin í landsvegin byrjar í dag

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2019-02-21 11:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sjóvar kommuna boðar frá, at í samband við at arbeiðið at gera vegirnar rundan um Eysturoyartunnilin nærkast, verður norðari endið á Sjóvarvegnum knýttur í landsvegin.

Arbeiðið at knýta Sjóvarvegin í landsvegin byrjar í dag.

Hetta arbeiðið kemur at taka nakrar dagar, og mugu íbúgvarnir innast við á Sjóvarvegnum verða eyka tolnir hesar dagarnar.

Tá íbindingin er góðkend av Landsverk, verður møguligt at koyra av landsvegnum inn á Sjóvarvegin. Samstundis byrjar arbeiðið at knýta vegirnar saman rundan um Eysturoyartunnilin. Hetta kemur at hava við sær at nøkur vegastrekkir verða stongd ella nógv darvaði av arbeiðið. Vegastrekkini talan er um er Sjóvarbrekka (frá John Poulsen og oman á landsvegin) og sjálvur landsvegurin.

Íbindingin av Sjóvarvegnum í landsvegin er ein fyribils íbinding, ið bert verður nýtt tíðarskeiðið meðan arbeitt verður við vegirnar rundan um Eysturoyartunnilin.

Rættað: 11:52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder