Uttanlands

Sjúklingahotellið Tórshavn søkir eftir sjálvbodnum

Søkt verður eftir sjálvbodnum at fylgja sjúklingum, sum ikki hava fylgjara við úr Føroyum, og sum hava tørv á at verða fylgd til og frá sjúkrahúsi. Kunningarfundur um skipanina verður á hotellinum mikukvøldið.

Sjúklingahotellið Tórshavn (Mynd: KVF)

Sjúklingahotellið Tórshavn (Mynd: KVF)

2020-01-13 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjúklingahotellið Tórshavn søkir eftir sjálvbodnum at fylgja føroyskum sjúklingum til og frá sjúkrahúsi í Keypmannahavnarøkinum.

- Á Sjúklingahotellinum taka vit ímóti sjúklingum, sum av ymsum ávum ikki hava møguleika fyri at hava fylgjara við úr Føroyum, og sum hava tørv á at verða fylgd til og frá sjúkrahúsi. Tí søkir Sjúklingahotellið Tórshavn eftir sjálvbodnum, boðar Sjúklingahotellið frá.

Uppgávan hjá teimum sjálvbodnu er at skapa tryggleika í sambandi við flutning, og skulu tey ikki vera við til samrøður og kanningar.

Kunningarfundur um skipanina við sjálvbodnum verður á Sjúklingahotellinum Tórshavn mikukvøldið 15. januar klokkan 19.30.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder