Innanlands

Sjúklingar boksa móti Parkinson

Tórshavn Boksing royndarkoyrir eitt venjingartilboð við boksivenjing, ið vísir seg at hjálpa væl móti Parkinsonsjúkuni

2023-06-06 11:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ítróttafelagið Tórshavn Boksing kemur nú við einum serligum venjingartilboði, ætlað fólkum, ið stríðast við Parkinsons sjúku.

Felagið vísir á, at boksing hevur víst seg at vera ein av teimum mest gevandi venjingunum fyri fólk við hesi sjúkuni.

- Fleiri sjúklingar uppliva, at pínan hvørvur, tey blíva betri gongufør og klára seg uttan hjálpartól í gerandisdegnum eftir at tey eru farin í gongd við ParkinsonBoksing, skrivar felagið, sum upplýsir, at tað enn er pláss at koma við í verkætlanina..

Tórshavn Boksing hevur sett sær fyri at royndarkoyra eitt venjingarlið, sum í stóran mun er vanlig boksivenjing, men sum er tilpassað til at arbeiða móti teimum sjúkueyðkennunum, sum persónar við Parkinson hava.

Tiltakið er ókeypis, og møguleiki er at melda seg til hjá Tórshavn Boksing á Facebook ella á telefon 210307. Venjingartíðirnar eru mánadag, mikudag og leygardag frá kl. 10-11. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder