![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein bjargingartyrla frá bretsku sjóbjargingartænastuni kom tíðliga í morgun út á Norrønu, sum er á veg úr Føroyum til Danmarkar.
Ørindini vóru at heinta eitt ferðafólk í land, ið var vorðið sjúkt umborð.
Ein talsmaður fyri bretsku ’coastguard’ váttar fyri skotska blaðnum Press & Journal, at ein tyrla í morgun varð send til Norrønu, sum var stødd vestan fyri Hetland.
Ein tyrla varð send út til Norrønu úr Sumburg eftir sjúklinginum, sum varð fluttur til Lerwick, skrivar Press & Journal.
Enn er óvist hvørjari støðu sjúklingurin er í.
Portalurin hevur verið í samband við Norrønu í dag, men av brúnni ynskja tey ikki at koma við viðmerkingum um tilburðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald