Innanlands

Sjúkrahússtjórin: Samskiftið við ráðið hevur verið óvirðiligt

Samskiftið við Heilsumálaráðið hevur verið óviriligt, sigur nú fyrrverandi stjórin á LS

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2019-03-12 11:36 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Høvuðsgrundin til at eg havi sagt meg úr starvi er ónøgd við samskiftið ímillum meg og Heilsumálaráðið. 

Tað sigur Jóanis Erik Køtlum, nú fyrrverandi landssjúkrahússtjóri. Um vikusskiftið segði hann seg úr starvi sum stjóri á landssjúkrahúsinum. Hann vil ikki ov nógv ítøkiligt, bara at hann følir at hansara ætlanir hava verið ignoreraðar. 

Landssjúkrahúsið hevði eina meirnýtslu á 11 milliónir í fjør. Fríggjadagin var fundur um hesa meirnýtslu. Jóanis Erik Køtlum sigur, at tað hevur onki beinleiðis við ovurnýtsluna at gera, men at tað hevur við fundin sjálvan at gera. 

- Samskiftið frá heilsumálaráðnum á tí fundinum var óvirðiligt, staðfestir hann. 

Portalurin fylgir málinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder