Innanlands

Sjúrður og Jørgen standa til at vinna fólkatingssessirnar

Spyr.fo spurdi eisini hvønn tey fóru at velja í kanningini í gjár

Jørgen Niclasen t.v. og Sjúrður Skaale

Jørgen Niclasen t.v. og Sjúrður Skaale

2019-06-04 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða Sjúrður Skaale á Javnaðarlistanum og Jørgen Niclasen á Fólkaflokslistanum, sum koma at sessast í føroysku plássunum á fólkatingi.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið.

Les: Javnaðurin og Fólkaflokkurin standa til at fáa fólkatingssessirnar 

Umframt at spyrja hvønn flokk tey fóru at velja, vórðu tey 500 fólkini, sum svaraðu í kanningini eisini biðin um at upplýsa hvørt valevni fór at fáa teirra atkvøðu.

Av tí, at óvissan er stór í slíkum kanningum, ynskir Spyr.fo ikki at geva upp nágreiðiligu úrslitini frá teirri kanningini. Men ábendingarnar eru týðuligar.

Og tær siga, at á javnaðarlistanum er tað Sjúrður Skaale, sum fær nógv flest atkvøður, og tí væntandi verður fyrstvaldi á fólkating. Men Sjúrður Skaale fær kapping frá floksformanninum, Aksel V. Johannessen og ungdómsumboðnum, Barbaru Gaardlykke Apol.

Hjá fólkaflokkinum, sum stendur at fáa næstflest atkvøður, er tað floksformaðurin, Jørgen Niclasen, sum fær flest atkvøður. Næstur honum er nýggja valevnið hjá flokkinum í høvuðsstaðnum, Christian Andreasen.

Fyri fýra árum síðani var tað Annika Olsen, núverandi borgarstjóri í Havn, sum fekk nógv flestar atkvøður, meira enn tríggjar ferðir so nógvar, sum formaðurin, Jørgen Niclasen. Annika Olsen stillar uppaftur nú, men onki bendir sambært kanningini á, at hon fær nóg mikið av atkvøðum til at enda millum tvey tey ovastu á listanum, hon stríðist við minst fýra onnur valevni um triðja plássið.

Hjá Sambandsflokkinum er tað ”the grand old Man” og maðurin, sum mundi verið afturvaldur seinast, Edmund Joensen, sum fær flestar atkvøður. Men tað er í harðari kapping við bæði Kaj Leo Holm Johannessen og floksformannin Bárð á Steig Nielsen, vísir kanningin.

Hjá Tjóðveldi kappast teir báðir, Høgni Hoydal og Magni Arge, um fyrsta plássið á listanum.

Hjá Framsókn standa Hanna Jensen og Bjarni Kárason Petersen til at stríðast um fyrsta plássið, meðan tað hjá Sjálvstýri bert er tað eina valevnið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder