Farnu árini hava journalistarnir á donsku sjónvarpsrásini DR2 biðið ein persón, sum hevur markerað seg í farna árinum, um at halda eina "alternativa nýggjársrøðu".
Meðan røðurnar hjá drotningini og forsætisráðharranum skulu verða formligar og yvirskipaðar, so kann hendan alternativa røðan verða meira persónlig, "skeiv" og provokerandi.
Í fyrraárið var tað rithøvundurin Sara Omar, sum helt røðuna. Hon hevði tað árið givið út bókina ‘Dødevaskeren’, sum m.a. lýsti ógvusliga kvinnukúging í muslimska umhvørvinum í Kurdistan, og sum hon vann fleiri heiðurslønir fyri.
Í fjør varð alternativa røðan hildin av rithøvundinum og sálarfrøðinginum Svend Brinkmann, sum farnu árini hevur givið út fleiri nógv seldar bøkur, hvørs boðskapir ofta ganga beint ímóti tíðarrákinum.
At fólkatingsmaður Javnaðarfloksins er biðin um at halda røðuna í ár kemst mest av, at hann á markantan og stundum originalan hátt hevur hevur sett fokus á tær avbjóðingar, sum vaksandi altjóða áhugin fyri Arktis hevur fyri ríkisfelagsskapin.
Røðan verður send til síðst í sendini Deadline í kvøld - umleið klokkan 21:50 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald