- Vit vilja bjóða okkum fram at arbeiða við ítøkiligum málum heldur enn meira hugsjónarligum málum.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Sjúrður Skaale hevur sitið á fólkatingið í tvær setur, og hann bjóða seg fram aftur.
- Tað kemst ikki undan, at tú ert andlitið út eftir, tá tú hevur sitið á Fólkatingið í tvær setur, sigur Sjúrður Skaale, sum tó vísur á, at fleiri umboð hava sitið á fólkatingi fyri Javnaðarflokkin seinastu fýra árini.
Javnaðarflokkurin hevur longu boðað frá onkrum fólkatingsvalevni, og Sjúrður Skaale sigur, at hann heldur talan verða um 14 valevni, sum stilla upp hesa ferð, hóast hann ikki endaliga kann vátta talið.
Tað er týðiligt, tá tosað verður við Sjúrður Skaale um boðskapin hjá flokkinum á Fólkatingi, at flokkurin leggur skot ímillum seg, Tjóðveldi og Sambandsflokkin.
- Tú kanst velja ímillum ideologisku tilgongdina hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum ella pragmatisku tilgongdina hjá Javnaðarflokkinum. Vit ætla okkum ikki at taka føroyskt stríðsmál við til Danmarkar, sigur Sjúrður Skaale at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald