Innanlands

Skaðanevnd at kanna ferðsluvanlukkur skal setast

Á 50 ára degnum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd var eitt stórt ynski uppfylt. Nú er lóg um skaðanevnd orðað og send til hoyringar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-20 08:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár, 19. januar vóru liðin fimmti ár síðan Ráðið fyri Ferðslutrygd var sett á stovn. Og á júst hesum denum, legði sendi Fíggjarmálaráðið, ið nú varðar av ferðslutrygdini, út eitt uppskot til hoyringar, sum leingi hevur verið eitt stórt ynski hjá teimum, ið varða av ferðslutrygdini í Føroyum.

Talan er um lógaruppskotið, sum eitur ‘Lógaruppskot um skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur’.

Ráðið fyri ferðslutrygd hevur fyrr víst á, at tá talan er um vanlukkur, ella næstan-vanlukkur í loftferðsluni, so verður ein skaðanevnd altíð sett at kanna viðurskiftini kring hendingina. Og tða talan er um líknandi hendingar á sjónum, so verður sjóforhoyr hildið í rættarskipanini fyri at lýsa nærri hvat tað var, ið hendi.

Men tá álvarsligar hendingar henda á vegakervinum, fær løgreglan og oftast eisini akstovan málið at kanna, men almenningurin fær vanliga ikki meira at vita, og heldur ikki verður greitt frá, hvat kundi verið gjørt fyri at forða fyri vanlukkuni.

Nú er so ætlanin at seta eina skaðanevnd, sum skal kanna allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum. ‘Skaðanevndin skal viðgera og greina hendingar í ferðsluni og koma við tilmælum, ið kunnu betra um ferðslutrygdina og fyribyrgja líknandi óhappum’, stendur í endamálsorðingini.

Talan er um deyðsvanlukkur og ferðsluvanlukkur 'við álvarsligum fólkaakaða’, sum verða kannaðar. Nevndin kann eisini taka upp og viðgera aðrar vanlukkur av sínum eintingum.

Lógaruppskotið tekur støði í nullhugsjónini í § 1 í ferðslulógini, har tað verður staðfest, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini.

Í nevndini skulu sita fólk, sum umboða hesar førleikar: Læknavísindi, løgfrøði, verkfrøði, sálarfrøði og veðurfrøði.

Skaðanevndin skal gera eina frágreiðing fyri hvørja vanlukku, sum hon kannar. Eisini skal hon geva út eina ársfrágreiðing á hvørjum ári. Og hesar kanningar verða allar almennar.

Leinkja til uppskotið á hoyringarportalinum hjá landsstýrinum er her:

Skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur

Hoyringarfreistin er 5. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder