Innanlands

Skaðanevnd setast á stovn í Føroyum

Játtan er fingin til endamálið. Endamálið er at avna inn hagtøl og gera skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum

Jónhild Rasmussen, nevndarforkvinna í RFF, Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í RFF og Dennis Holm, landsstýrismaður

Jónhild Rasmussen, nevndarforkvinna í RFF, Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í RFF og Dennis Holm, landsstýrismaður

2023-03-31 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í nógv ár havt ynski um at fáa eina skaðanevnd setta á stovn í Føroyum, eins og tey hava í okkara grannalondum.

Hetta var eisini eitt av høvuðsevnunum á fundi í februar millum Dennis Holm, landsstýrismann í ferðslumálum, og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Eftir fundin er fyrireikingararbeiðið sett í gongd, og játtan er fingin til endamálið. Hetta fegnast landsstýrismaðurin um og vísir á týdningin av einari slíkari nevnd.

- Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava eina skaðanevnd, eins og flestu grannalond okkara hava. Endamálið er at savna inn hagtøl og gera skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum til tess at fyribyrgja aðrar vanlukkur og røkka aðalmálinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder