Innanlands

Uppskot um at lata matstovur sjálvar innflyta rúsdrekka farið til ummælis

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 28. november

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-02 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt uppskot um at lata matstovum sjálvar innflyta rúsdrekka er farið til ummælis.

Ferða- og matstovuvinnan hevur sóknast eftir at kunna innflyta rúsdrekka beinleiðis, og hevur í hesum sambandi borið fram, at ein slík heimild fer at gera tað lættari hjá vinnuni at veita kundum og ferðafólki eina betri tænastu.

Uppskotið skipar betri karmar fyri vinnuna at veita viðskiftafólki betri úrval og góðsku, skrivar Løgmálaráðið.

Eisini verður skotið upp at loyva føroyskum rúsdrekkaframleiðarum at selja beinleiðis til matstovur, so lógin ikki ger tað meiri trupult at keypa frá føroyskum enn frá útlendskum framleiðarum.

Víst verður í uppskotinum á, at rúsdrekkasøla eftir broytingina verður skipað eins og í dag við einkarsølu. Mett verður tó, at endamálið við at tálma nýtsluni verður rokkið eins væl, um einkarrætturin at innflyta og selja rúsdrekka avmarkar seg til brúkaran og ikki umfatar skeinkiloyvishavarar.

Ummælisfreistin er 28. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder