
Fjølbroytt flaggdagstiltak verður í Bátahylinum á Skála flaggdagin 25. apríl 2023, klokkan 16.30.
Tað er Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, við ættarbondum av Skála, sum fer at halda flaggdagsrøðuna, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.
– Tónleikur og felagssangur fer at seta dám á løtuna, og eins og í fjør verður eisini kondibingo við nógvum vinningum.
– Gingið verður úr bátahylinum út til gøtuna oman við Prestá, víðari út á Berjarheygg og so heim aftur í bátahylin. Gamalt var at flota kappróðrarbátar á flaggdegnum. Tí gleðast vit eisini um, at Skála róðrarfelag leggur at landi við bryggjuna og bjóðar áhugaðum ein rógvitúr, skrivar kommunan.
– Møguleiki verður at keypa sær drekkamunn við nýbakaðum vaflum. Tað er 6. flokkur í Skála skúla, sum skipar fyri hesum tiltaki, í sambandi við at tey skulu á námsferð til Edinburg í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald