2025-06-27 17:04

Í farnu viku fekk Reyði Krossur Føroya handað 13.000 krónur frá Skála skúla.
Skála skúli hevur í nøkur ár havt ein fastan Reyða Kross dag, har tey hava skipað fyri kafé, loppumarknaði og aðrari sølu fyri at savna pengar inn til Reyða Kross, og í ár komu heilar 13.000 krónur inn, skrivar Reyði Krossur.
Tórfinn Højgaard, næstformaður í Reyða Krossi var á gátt á Skála skúla í farnu viku, har hann fekk handað gávukortið, umframt eitt serligt innkeypsnet, sum næmingarnir sjálvir høvdu seymað til endurnýtsluna hjá Reyða Krossi.
(Mynd: Reyði Krossur Føroya/Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald