Innanlands

Skálafjørður ella Skálabotnur – avgerðin fellur í dag

Fólkaatkvøða verður um bygdanavnið í dag

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2019-03-12 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag – á grækarismessu – verður fólkaatkvøða í bygdini innast í Skálafirði.

Borgararnir, sum búgva her, skulu seta kross fyri øðrum av hesum spurningunum:

- Skal bygdin eita Skálafjørður?
- Skal bygdin eita Skálabotnur?

Fólkaatkvøðan verður hildin í skúlanum í bygdini, og valhølini eru opin frá klokkan 10 til klokkan 20 ella so leingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta.

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval.

Kommunan hevur sent valkort til allar veljararnar í Skálabotni.

Sambært Hagstovuni vóru 130 fólk skrásett at búgva í Skálafirði/Skálabotni um ársskiftið. Nýggjastu tølini, sum eisini vísa aldursbýtið eru frá 1. januar 2018, og tey vísa, at talan er um barnaríka bygd. 1. januar 2018 vóru 39 børn undir 18 ár.

Les eisini kjakgreinar: 

Eivind Weihe: Bygdarnavnið Skálabotnur

Almfinn Jacobsen: Bygdin Skálafjørður

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder