2020-10-01 16:40

Fiskiskipið Skálafossur, ið var ávegis til Vestmanna, bar við land norðanfyri Oyragjógv í nátt.
Fráboðanin kom tá klokkan var umleið trý.
– Vit sendu Brimil á staðið og Sverra eisini, um nú har var ein leki, sigur vakthavandi hjá MRCC.
Men tað vísti seg, at teimum hvørki tørvaðu Brimil ella Sverra, tí Skálafossur megnaði at loysna sjálvur og sigla restina av leiðini til Vestmanna.
Brimil sigldi aftaná, og skipini komu til Vestmanna klokkan fimm í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald