Innanlands

Skanna fyri bróstkrabba í Klaksvík eftir summarfrítíðina

Í januar er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera tað útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk, sigur landsstýriskvinnan við heilsumálum

Klaksvíkar sjúkrahús (Savnsmynd)

Klaksvíkar sjúkrahús (Savnsmynd)

2026-02-14 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni verða MR-skanningar av brósti ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men væntandi verður hetta sett í verk aftaná summarfrítíðina, sigur landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá í svari til fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin.

Í januar 2026 er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera tað útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk, sigur hon.

– Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, við starvsfólkum frá bæði Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum ger útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar. Tá hetta er klárt, skulu skanningar av bróstum gerast í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður hetta klárt at seta í verk aftaná summarferiuna í ár.

Landsstýriskvinnan sigur, at MR-skanningar av brósti tó ikki kunnu koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða nýttar sum ískoyti til mammografi.

MR-skanning verða m.a. nýttar til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek og til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð.

Sambært Margit Stórá eru ongar ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið í bræði.

– Í løtuni verður gamli 1,5 Tesla MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er 13 ár, dagførdur. Hetta merkir, at øll teknisk-og telduútgerð verður skift út, men at sjálv 1,5 Tesla magnetin verður varðveitt. Hetta leingir um livitíðina hjá skannaranum við nógvum árum, sigur hon.

Alt svarið hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder